Innanlands

Strekkini latin upp aftur

Landsverk hevur latið vegirnar um Sandavágsháls og Høgareyn upp aftur

Ringt sýni at koyra um Hálsin í Sandavági fyrr í kvøld (Mynd: Jn.fo)

Ringt sýni at koyra um Hálsin í Sandavági fyrr í kvøld (Mynd: Jn.fo)

2022-02-06 01:16 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Eina løtu í kvøld mátti Landsverk stongja vegirnar um Høgareyn á Vestmannavegnum og Sandavágsháls. Nú er tó latið upp aftur.

Fleiri bilar hava staðið fastir fyrr í kvøld.

Tann stóri trupulleikin var í Vágum, tí um hálvgun ellivu tíðina lendi eitt flogfar hjá Atlantsflogi í Vágum, og gestirnir ætlaðu sær sjálvsagt heim.

Tað sleppa teir so nú. Fyri løtu síðani boðaði Landsverk frá, at vegurin um Sandavágsháls er latin upp aftur.

Tað var um hálvgun tólv tíðina, at vegurin um Høgareyn lat upp aftur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder