Innanlands

Strendur: Selja tvey grundøkir til íbúðarbygging

Grundøkini, sum bæði eru yvir 2.700 fermetrar, skulu brúkast til íbúðarbygging, men tað er upp til tey, sum bjóða at koma við uppskoti til, hvat slag av íbúðum skulu byggjast

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-11-13 14:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sjóvar kommuna hevur nú lýst tvey grundøki á Strondum til sølu til íbúðarbygging.

Ognirnar, sum eru ávikavíst 2.755 og 2.734 fermetrar, liggja við rundkoyringina, har vegirnir Eyrgøta/Lágargerði og við Hálsatjørn/við Nónvarða møtast.

– Sjóvar kommuna ynskir at bjóða ein fjølbroyttan bústaðarmarknað, sum kann nøkta ymiska tørvin hjá borgarunum til bústað, og at útvega íbúðir er partur av hesi ætlan, skrivar heimasíðan hjá kommununi.

Tað er upp til tey, sum bjóða, at koma við uppskoti um, hvussu byggingin verður skipað, og hvat slag av íbúðum verða bygdar.

Tilhoyrandi parkering og nøktandi loysnir fyri uttanumøkið er partur av loysnini, og ein treyt er, at tað er hóskandi tal á íbúðum, skrivar kommunan.

[object Object]
(Mynd: Sjóvar kommuna)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder