2024-04-12 23:49
Dagføring kl. 00:11: Hjá SEV hava tey ikki funnið orsøkina enn, men koma við kunning sum skjótast. Í parti av Havnini er streymurin júst komin aftur. SEV væntar, at øll hava streymin aftur um ein lítlan tíma.
--
Nei, tað er ikki bara hjá tær. Steymurin fór fyri løtu síðan í meginøkinum.
Enn hevur SEV ikki boðað frá, hvør orsøkin er, og nær streymurin kann væntast aftur.
Tað var annars síðsta leygardag, at streymurin eisini fór, og tá var tað linjubrek á háspenninginum, sum var orsøkin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald