2025-01-08 16:21
Nakað fyri klokkan 15 fór streymurin í Norðoyggjum. Av Sev frætta vit, at tað er Klaksvíkin og bygdirnar norðan fyri, sum í løtuni liggja uttan streym.
Enn vita tey ikki hvat orsøkin til streymslitið er.
Tað verður arbeitt av fullum alvi at fáa streym inn á økið aftur, og av Sev verður sagt, at innan fyri ein tíma hava øll vónandi fingið streymin aftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald