Innanlands

Streymurin farin í stórum parti av landinum

Streymurin er komin aftur allastaðni – SEV væntar, at brekið er rættað um ein hálvan tíma

2022-02-25 11:17 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fyri løtu síðani fór streymurin í meginøkinum. Meginøkið, sum tað eitur hjá SEV, er alt uttan Suðuroyggin og útoyggjar.

SEV sigur, at streymslit er í pørtum av økinum, og at arbeitt verður við at rætta brekið sum skjótast.

Tað gongur væntandi ein hálvur tími áðrenn brekið er rættað, og øll hava streymin aftur.

Dagføring: Stutt eftir klokkan hálvgum 12 boðaði SEV frá, at Streymurin er aftur í meginøkinum. Feilurin var á linjuni millum Vestmanna og Sundsverkið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder