2022-01-04 09:32

Bygdirnar Hvalvík, Streymnes og Hósvík liggja í streymloysi í løtuni.
Heri Mortensen, rakstrarleiðari hjá Sev, greiddi í útvarpinum fyri løtu síðani frá, at eitt 'útfall' hevur verið á linjuni til Eysturoynna, og at hetta førdi til, at økið millum Hósvík og Streymnes misti streymin.
Fólk frá Sev eru í gongd við at gera umkoplingar, so at tey aftur fáa streym, helst innan fyri ein tíma, segði Heri Mortensen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald