Leygardagin var streymveitingin í Vágum og Norðursteymoy ávirkað av ringa veðrinum, og í gjár fór streymurin í stórum parti av Havnini.
Aftur í morgun er galið. Um hálvgum sjey tíðina fór streymurin í fleiri støðum kring landið. Terji Nielsen, vaktleiðari hjá SEV, segði í útvarpstíðindunum klokkan 07, at yvirlit er ikki heilt yvir støðuna, og at nú verður roynt at funnið útav, hvat tað er sum er hent. Hann kundi tó siga, at streymurin eftir øllum at døma var farin um alt meginøkið.
Greitt er, at hann er farin í høvuðsstaðnum aftur og eisini í Klaksvík, á Skálafjørðinum og í Vágunum og Norðurstreymoy. Í Suðuroy er streymur, so tað er meginøkið, ið er rakt.
Sambært Terja Nielsen kann hetta vera ein avleiðing av veðrinum og streymslitunum í vikuskiftinum. Nú er fólki hjá SEV í gongd við at kanna málið og royna at starta upp aftur.
Roknast kann við, at tað fer at taka í øllum førum ein tíma, áðrenn streymurin er aftur allastaðni.
Innanlands
Streymurin farin um alt meginøkið
SEV væntar, at hann verður burtur eina góða løtu afturat - áleið ein tíma. Hann fór umleið hálgvum sjey tíðina. Orsøkin til streymslitið er óviss
2019-12-09 07:09
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald