
Í gjárkvøldið bar aftur til at tendra ljós og el-tól í Grindavík eftir at ravmagnsleiðingin til býin varð oyðiløgd, tá tað í síðstu viku aftur fór at goysa við Sundhjúksgíga norðan fyri Grindavík.
So skjótt sum streymurin fór, varð avgerð tikin um at leggja eina alternativa ravmagnslinju frá elverkinum á Svertsengi til Grindavíkar, og í gjárkvøldið, var hol ígjøgnum.
Nýggja ravmagnslinjan hevur ikki eins stóran kapasitet sum tann gamla, men elveitingarfelagið metir, at hon kortini lættliga kann nøkta tann ravmagnstørvin, ið hevur verið í býnum hesar seinastu mánaðirnar, skrivar RÚV.
Orkufelagið HS Veitna veit enn ikki hvat kostnaðurin á nýggju streymleiðini hevur kostað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald