Uttanlands

Stríð millum Skotland og Írland um rættindini við Rokkin

Skotar vilja forða írskum skipum fiska innan fyri 12 fjórðinga markið úr Rockall

Rockall liggur 260 fjórðingar vestur úr Suðuroyggjum (Mynd: visualhunt.com)

Rockall liggur 260 fjórðingar vestur úr Suðuroyggjum (Mynd: visualhunt.com)

2019-06-12 17:23 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ósemja hevur stungið seg upp millum Skotland og Írland um fiskirættindini kring óbygda klettin Rockall, vestan fyri Skotland.

Skotska stjórnin hevur boðað frá, at hon um neyðugt, ætlar at brúka tvingsil móti írskum skipum, sum fiska nærri enn 12 fjórðingar frá Rokkinum.

Kongsríkið Bretland sigur seg eiga rættindini til Rockall, men hetta er ikki góðtikið av Írlandi, og heldur ikki Íslandi og Danmark vegna Føroyar.

Írskir ráðharrar hava tí sagt, at skotsku boðini verða givin í heimildarloysi, skrivar BBC.

Ein talskvinna fyri skotsku stjórnina hevur svarað aftur, at ongi írsk skip ella onnur skip, ið ikki eru bretsk, hava rætt til at fiska nærhendis Rockall. Skotska stjórnin hevur skyldu til at verja rættindi hjá skotskum skipum til hetta økið og tryggja at fólkarætturin verður hildin, sigur hon.

Írski ráðharrin fyri landbúnað, matvørur og fiskivinnu, Michael Creed sigur við BBC, at hann hevði roknað við, at írsk skip kundu halda fram við at fiska eftir hýsu, høgguslokki og øðrum óhóttum fiskasløgum nærhendis Rockall.

Men tá skotska stjórnin kemur við slíkum hóttanum, so má eg heldur kunna írsku fiskivinnuna um tað, sigur Michael Creed við BBC.

Rokkurin, sum føroyskir fiskimenn hava kalla klettin, liggur 260 fjórðingar vestur úr Hebridunum. Hann er 30 metrar har hann er breiðast, og hæddin er 21 metrar.

[object Object]
Kort: Nám

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder