Uttanlands

Stríðið um Nagorno-Karabakk herðist

Vandi er fyri, at Turkaland og Russland verða drigin inn í ósemjuna

Mynd frá aserbajansku myndugleikum, sum vísir úrslitini av bumbuálopunum á býin Ganja (Mynd: EPA)

Mynd frá aserbajansku myndugleikum, sum vísir úrslitini av bumbuálopunum á býin Ganja (Mynd: EPA)

2020-10-04 13:34 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Herurin í Aserbajan skjýtur nú móti Stepanakert, sum er størsti býurin í Nagorno-Karabakk við umleið 50.000 íbúgvum.

AFP-tíðindastovan hevur journalistar í Stepanakert, og tey boða frá, at bumbuávaringarskipanin fór í gongd í morgun, og síðan hoyrdust fleiri spreingingar.

- Yvirgangsherurin í Aserbajan loypur nú á sivilfólk í Stepanakert við rakettskipanum, siga armensku loysingarfólkini í Nagorno-Karabakk í eini fráboðan.

Sagt verður eisini at stórbýir í Aserbajan nú eru mál fyri loysingardeildirnar, og at sivilfólkið eigur at rýma úr býnum, skrivar nrk.no.

Reuters tíðindastovan hevur boðað frá, at næststørsti býur í Aserbajan, Gansja, eisini verður bumbaður.

Í Ganja búgva áleið 335.000 fólk. Býurin liggur 100 kilometrar norðan fyri Stepanakert, men uttan fyri Nagorno-Karabakk. Ein persónur skal hava latið lív í álopunum á Ganja, siga myndugleikarnir í Aserbajan.

Forsetin í Aserbajan hevur boðað frá, at hetta er orsøkin til, at Aserbajan nú eisini fer at leypa á býir inni í Armenia.

Um 150.000 fólk búgva í Nagorno-Karabakk.

Økið hevur verið undir leiðslu av armenskum loysingarfólkum, síðan Sovjetsamveldið fór í upploysn tíðliga í 1990’unum. Nagorno Karabakk liggur sum ein oyggj inni í vestara parti av Aserbajan.

Forsetin í Aserbajan, Ilham Alijev, sýtir fyri at tosa við Armenia. Hann krevur, at armensku loysingarfólkini í Nagrorno-Karabakk fara úr økinum.

Í vikuni ákærdi armenski forsætisráðharrin, Nikol Pasjinjan, Aserbajan og Turkaland fyri at hava flutt fleiri túsund leiguhermenn úr sýria til ófriðarrakta økið í Kaukasus.

Turkaland gevur Aserbajan sín fulla stuðul í ósemjuni, og turkar krevja eisini, at armenar taka seg úr Nagorno-Karabakk.

Russland hevur hernaðarligt samstarv við Armenia og fleiri túsund herfólk við framkomnum vápnum eru staðsett í landinum. Um stríðið herðist, er sostatt vandi fyri, at Russland og Turkaland verða drigin uppí, hvørt á síni síðu, skrivar nrk.no.

Sambært russiska miðlinum, RBK, so er Russland til reiðar at koma við friðarvarðveitandi deildum, um so er at bæði Armenia og Aserbajan ganga við til tað. Men onki bendir á, at londini í verandi løtu eru sinnað at gera eina friðaravtalu. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder