Uttanlands

Stríðsmaður úr Hvítarusslandi og tveir felagsskapir fáa friðarheiðursløn Nobels

Stríðsmaðurin og rithøvundurin Ales Bialiatski og felagsskapirnir Memorial og Center for Civil Liberties, ið hoyra heima í ávikavíst Russlandi og Ukraina fáa friðarheiðurslønina í ár

Ales Bialiatski fær friðarheiðursløn Nobels saman við tveimum mannarættindafelagsskapum (Mynd: EPA)

Ales Bialiatski fær friðarheiðursløn Nobels saman við tveimum mannarættindafelagsskapum (Mynd: EPA)

2022-10-08 11:19 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Friðarheiðursløn Nobels 2022 verður latin fongslaða hvítarussiska rithøvundanum og stríðsmanninum Ales Bjaljatski og mannarættindafelagsskapirnir Memorial og Center for Civil Liberties, sum hoyra heima í ávikavíst Russlandi og Ukraina.

Tað kunngjørdi norska Nobelnevndin í gjár.

Bjaljatski hevur sitið inni millum 2011 og 2014, og í 2020 varð hann aftur koyrdur í fongsul í sambandi við stóru mótmælini móti hvíturussisku stjórnini. Mótmælisfólkini kravdu, at forsetin, Aleksandr Lukasjenko skuldi leggja frá sær og løgdu stjórn hansara undir at hava framt valsvik í sambandi við forsetavalið í 2020, sum sitandi forsetin vann, sambært almenna úrslitinum.

Memorial varð stovnaður í 1987 av stríðsfólkum í fyrrverandi Sovjetsamveldinum. Ein av stovnarunum, Andrej Sakharov, hevur sjálvur fingið friðarheiðursløn Nobels. Hægstirættur í Russlandi kravdi í desember í fjør, at felagsskapurin skuldi avtakast, tí hann bar seg at sum ein "útlendskur agentur".

Center for Civil Liberties varð stovnað í Kyiv í 2007. Felagsskapurin hevur arbeitt fyri mannarættindi og fólkaræði. Undir krígnum í Ukraina hevur felagsspurin eisini luttikið í arbeiðnum at skjalprógva krígsbrotsverk.

– Við ársins friðarheiðursløn ynskir norska Nobelnevndin at heiðra tríggjar framúrskarandi forsprákarar fyri mannarættindi, fólkaræði og friðarliga samtilveru í grannalondunum Hvítarussland, Russland og Ukraina, stendur í grundgevingini hjá nevndini, sum Ritzau endurgevur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder