Innanlands

Stríður streymur av fólki sum vil kannast

Aftur í dag verða nógvar koronakanningar gjørdar

(Mynd: Thetis)

(Mynd: Thetis)

2021-05-25 22:25 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Aftur í dag eru nógv sum verða kannað fyri koronu. Thetis, sum tekur sær av potingunum fyri Sjúkrahúsverkið á Eystarubryggju sigur, at tað í kvøld verða potað 1400 fólk.

Í dag eru longu 900 potingar gjørdar hjá Thetis á Hoyvíksvegnum, og á Eystarubryggju verða altso 1400 potingar gjørdar í kvøld.

Í gjár vóru 1700 fólk kannað hjá Thetis á Hoyvíksvegnum, og 1100 fólk á Eystarbryggju.

Umframt potingarnar hjá Thetis og á Eystarubryggju, ger Sjúkrahúsverkið koronukanningar í Klaksvík, Suðuroynni og á Sandoynni.

Tað eru í løtuni 25 fólk, sum eru staðfest positiv við koronu. 16 tilburðir vórðu staðfestir fyrradagin, men bara tveir í gjár. 410 fólk eru í sóttarhaldi, siga tølini hjá myndugleikunum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder