Tórshavnar Ítróttarráð hevur skipað fyri tivoli á ólavsøku í fleiri ár. Tað eru ítróttarfeløg í Tórshavnar kommunu, sum eru limir í Tórshavnar Ítróttarráð.
Vit leita okkum aftur á gamlar gøtur og fara at hava ymiskar básar í miðbýnum á ólavsøku. Sum nakað nýtt verður hoppiland í Finsengarðinum, har møguleiki er hjá børnum at hoppa og foreldur kunnu seta seg niður og fáa sær ein drekkamunn.
Allir básar hjá Tórshavnar Ítróttarráð eru merktir við einum skelti, sum stendur ”Stuðla ítróttinum”, so tað skuldi ikki verið nakar ivi um, hvønn bás Tórshavnar Ítróttarráð hevur.
Allar inntøkur frá ólavsøkuni fara óskerdir til ítróttarfeløgini og harvið til ítróttarmenning hjá feløgunum.
Tey sum standa í básunum eru fólk úr ítróttarfeløgunum og gera hetta arbeiði sjálvboðið.
Básarnir eru tombola, 21-spæl, ballónsøla, pílakast, bóltakast, hoppiland, candyfloss/popcorn søla og ølsøla.
Básar standa á Vaglinum, Tórsgøtu, Finsengarðinum, parkeringsøkinum við Gamla vertshúsið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald