Hvítusunnudag gongur talvan í flestu fólkakirkjunum kring landið, fyri Føroyska Bíbliufelagið. Endamálið hjá Bíbliufelagnum er at geva út Bíbliuna, partar av henni og annað upprunað føroyskt og týtt tilfar, til allar aldursbólkar.
Arbeiðið hjá Bíbliufelagnum verður fíggjað við stuðli og gávum, og tí er talvudagurin ein kærkomin fíggjarligur stuðul til virksemið hjá Bíbliufelagnum.
Innsavnaði peningurin komandi árini, fer serliga til nýggju umsetingina av allari Bíbliuni úr grundmálunum. Tað er Hans Jacob Joensen, fyrrverandi bispur, sum hevur latið umsetingina úr hondum. Nú verður tilfarið lisið ígjøgnum aftur, og vónin er, at fyrsta nýggja bíbliuumsetingin í 60 ár kemur út í 2023.
Í 2017 kom fyrsta gerandisútgávan av Nýggja Testamenti, Nýggi Sáttmálin, út og hevur hann verið sera væl móttikin. Bíbliufelagið er eisini farið í holt við at endurskoða Nýggja Sáttmálan og ætlanin er at geva hann út aftur seint í 2020.
Partur av virkið Bíbliufelagsins, er eisini at stuðla bíbliuútgávum úti í heimi, so at tey, ið lítla ella onga atgongd hava til bíbliuna á sínum egna máli, kunna fáa henda møguleika. Stuðul er seinast latin atsøktum kristnum í Miðeystri.
Bíbliufelagið er virkið á heimasíðuni www.biblia.fo og á Facebook. Eisini hevur felagið útgivið eina bíbliu-app til snildtelefonir og teldlar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald