Uttanlands

Stuðul hjá Navalnyj rýmd úr Russlandi

Ljubov Sobol, ein tættur stuðul hjá russiska andstøðuleiðaranum, fekk í farnu viku ein dóm fyri at hava brotið koronareglurnar í Russlandi – Hon sleppur ikki at fara úr Moskva, men sambært russiskum miðlum er hon rýmd til Turkalands

33 ára gamla Ljubov Sobol er rýmd úr Russlandi, siga fleiri miðlar (Mynd: Getty Images)

33 ára gamla Ljubov Sobol er rýmd úr Russlandi, siga fleiri miðlar (Mynd: Getty Images)

2021-08-09 10:41 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein tættur stuðul hjá russiska andstøðuleiðaranum Aleksej Navalnyj, advokaturin og stríðskvinnan Ljubov Sobol, er rýmd úr Russlandi, hóast hon í farnu viku fekk forboð móti at fara úr Moskva, upplýsa keldur fyri russiskum miðlum.

Ljubov Sobol skal eitast at vera farin til Turkalands leygarkvøldið fáar dagar eftir, at hon fekk ein dóm fyri at hava brotið russisku koronareglurnar. Tað var í apríl, at hon varð handtikin í sambandi við einum mótmælistiltaki hjá stuðlum hjá Navalnyj, sum sambært russiskum myndugleikum var ólógligt.

Sobol er ein av kendastu stuðulsfólkunum hjá Navalnyj. Higartil hevur hon verið verandi í Moskva, meðan onnur andstøðufólk eru rýmd, tí tey óttast politiska mannajagstran. Sjálv sigur hon, sambært Ritzau, at dómurin, sum hon fekk í farnu viku var politiskt motiveraður.

Útlendskir eygleiðarar síggja dómin hjá Sobol sum eina roynd hjá russiska forsetanum, Vladimir Putin, at skaða andstøðuna uppaftur meira, áðrenn tjóðartingsvalið í næsta mánað.

Ein dómsstólur avgjørdi týsdagin, at 33 ára gamla Sobol komandi hálvtannað árið ikki sleppur at fara úr Moskva. Men sambært russiskum miðlum er tað kortini júst tað, sum hon hevur gjørt um vikuskiftið.

Umframt hetta sleppur hon, sambært dóminum, heldur ikki at fara úr heimi sínum millum klokkan 22 og 06, og eisini hevur hon fingið forboð móti at luttaka í tiltøkum, har nógv fólk savnast. Eisini skal hon møta upp hjá løgregluni í Moskva tríggjar ferðir um mánaðin, siga sakførarar hennara.

Sobol, ið er ein av nærmastu starvsfelagunum hjá Navalnyj, hevur seinastu mánaðirnar sitið í húsavarðhaldi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder