Innanlands

Stuðul latin til fleiri enn 50 útgávur

Síðan 2017 hevur Granskingarráðið latið stuðul til 52 vísindagreinar – Serliga er talan um greinar í altjóða tíðarritum

(Mynd: Gransking.fo)

(Mynd: Gransking.fo)

2021-05-29 18:39 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Granskingarráðið hevur skipan til at stuðla føroyskum vísindastarvi. Stuðulsskipanin ber heitið "Stuðul til útgávu av vísindaverkum o.l.", og síðan skipanin kom í gildi í 2017, er stuðul játtaður til 52 útgávur, skrivar Granskingarrráðið.

Tað er serliga greinar í altjóða tíðarritum, sum hava fingið fíggjarligt íkast úr skipanini. Greinarnar fevna breitt og flest allir granskingarstovnar eru umboðaðir. 

Seinastu tvær greinarnar, sum hava fingið játtað stuðul, eru um laksalús og fiskivinnuna.

Tróndur J. Kragesteen, granskari á Fiskaaling hevur saman við fólki á Setrinum og DTU givið grein út við heitinum: Estimation of external infection pressure and salmon-louse population growth rate in Faroese salmon farms, og Hans Ellefsen á Fróðskaparsetrinum hevur saman við øðrum givið grein út við heitinum: The quest for fisheries governance: Lessons from the Faroe Islands.

Yvirlit yvir útgávur, sum hava fingið stuðul, gjøgnum árini, sæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder