Innanlands

Stuðul til havgransking í Norðuratlantshavi 2022

Freistin at søkja stuðul í hesum seinna umfarinum er 25. august – 7,8 milliónir eru leysar at søkja

(Mynd: Gransking.fo)

(Mynd: Gransking.fo)

2022-04-03 09:41 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Lýst verður nú eftir umsóknum til granskingarskránna Havgransking í Norðuratlantshavi – tað seinna av tveimum umsóknarumførum í granskingarskrá, sum er fíggjað av donsku stjórnini fyri at eggja til granskingarsamstarv millum Grønland, Føroyar og Danmark.

Sóknast verður eftir umsóknum við denti á havgransking, ið er tengd at, tó ikki avmarkað til ryggin millum Grønland, Ísland, Føroyar og Skotland.

Ryggurin er eitt týðandi jarðfrøðiligt mark millum Norðuratlantshav og lágarktiska havøkið. Økið er sera fjøltáttað og vísindaliga áhugavert fyri londini á Rygginum. Tí verður sóknast eftir verkætlanum við tvørvísindaligum samstarvi millum Grønland, Føroyar og Danmark, skrivar Granskingarráðið.

– Best egnaðar vísindagreinar eru til dømis alis-, evna- ella lív-havfrøði, íroknað evni sum havsúrgan og veðurlagsbroytingar, havvistskipanir ella lívfrøðiligt margfeldi. Vit eggja til at senda inn umsóknir, ið leggja afturat verkætlanunum, sum longu eru stuðlaðar á hesi skránni. Í sambandi við ph.d. ella post.doc. verkætlanir mæla vit staðiliga til granskingaruppihald í minst tveimum av teimum trimum londunum.

7,8 milliónir krónur eru leysar at søkja í hesum umfari. Mesta stuðulsupphæddin til hvørja verkætlan er 3,9 milliónir. Stuðul verður væntandi latin 2-3 verkætlanum.

Umsóknarfreist er 25. august 2022 klokkan 12 føroyska tíð. Meira kunning fæst á gransking.fo.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder