Í dag hava hundraðtals stuðulsfólk hjá frákoyrda suðurkoreanska forsetanum, Yoon Suk-yeol brotið inn í ein rættarbygning í suðurkoreanska høvuðsstaðnum Seoul og framt herverk inni í bygninginum.
Stuðulsfólkini mótmældu handtøkuna av Yoon og kravdu at síggja dómaran, sum tó ikki var í bygninginum.
Yoon varð handtikin mikudagin, og leygardagin avgjørdi ein dómstólur at leingja varðhaldsfongslingina til upp í 20 dagar.
Grundgevingin fyri at leingja fongslingina er vandin fyri, at Yoon fer at "oyðileggja prógv" í málinum móti honum, um hann verður leyslatin. Higartil hevur hann noktað at svara spurningum undir avhoyring.
Tað var síðst í desember, at boð vórðu givin um at handtaka forsetan, sum verður kannaður fyri uppreistur og valdsmisnýtslu í sambandi við hernaðarligu undantaksstøðuna, sum hann lýsti 3. desember. Í kjalarvørrinum á hesum varð ríkisrættarmál eisini reist móti honum, og tí varð hann sendur til hús.
Hundraðtals løgreglufólk eru send á staðið, og nærum 90 mótmælisfólk vórðu handtikin. Fleiri løgreglufólk vórðu særd undir samanbrestunum, skrivar tíðindastovan AP seinnapartin.
Løgfrøðingar hjá Yoon geva dómstólinum og løgregluni skyldini fyri ófriðin.
Tað er ongantíð hent áður, at ein sitandi forseti í Suðurkorea er handtikin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald