Innanlands

Stuðulskonsert í Hoyvíkar kirkju sunnukvøldið

Møguleiki verður at lata pening til flóttafólk úr Ukraina. SWAY, Lena Anderssen, Eyðun Nolsøe og Jens Marni Hansen framføra

2022-03-10 22:06 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sunnukvøldið klokkan 19 verður stór stuðulskonsert í Hoyvíkar kirkju, har høvi verður hjá fólki at lata pening til flóttafólk úr Ukraina. 

Til ber eisini at flyta pening.

Tey, ið framføra, eru SWAY, Lena Anderssen, Eyðun Nolsøe og Jens Marni Hansen. 

Møguliga taka onnur eisini lut.

Hoyvíkar kirkja



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder