Innanlands

Stuðulstiltak í Stranda skúla í morgin til frama fyri Krabbameinsfelagið

Skráin byrjar klokkan níggju fyrrapartin og seinasta tiltakið er "Syngið við", sum byrjar 20.30. Nógvar sangframførslur vera, umframt søla av ymiskum

2021-03-12 16:48 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í morgin, leygardagin 13. mars, skipar Stranda skúli fyri stuðulstiltaki í Stranda skúla til frama fyri Krabbameinsfelagið.

Byrjað verður við svimjing klokkan níggju, og skráin strekkir seg yvir tólv tímar.

Skráin fyri dagin:
09.00 - 10.00: Svimjing fyri vaksin
10.00 - 12.00: Svimjing fyri familjur við børnum
15.00: Næmingarnir í byrjanar- og miðdeildini framføra sang og tónleik
16.30: Martin Joensen syngur
17.00: Skattaveiða fyri børn
17.30: Søga og sangir fyri børnum undir skúlaaldur
17.30: Systkini Kirstin, Bodil og Markus syngja
18.00: Rúna og Bjørg Olsen hava frásøgn um krabbamein
18.30: Systrarnar Oda og Jónvár syngja
19.00: Døgg Nónsgjógv syngur
19.30: Systrarnar Linda og Judit syngja
20.00: Systrarnar Elisabeth og Joan syngja
20.30: Felagssangur - syngið við

Frá klokkan trý til klokkan níggju verður millum annað søla av ymiskum, sum næmingarnir hava gjørt, søla av pannukøkum, candyfloss o.ø, umframt fiskibrunnur, tombola og loppumarknaður

Vegna koronatilmælini er neyðugt at skráseta seg við komu. Skrásetningarpappír og spritt eru við inngongdirnar.

Loyvt verður ikki at koyra inn í skúlagarðin, meðan tiltakið er.

Eru ivamál, er møguleiki at spyrja við kunningardiskin, sum er í gongini í gamla skúla.

Sjóvar kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder