Løgreglan fekk nakrar fráboðanar í gjár.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini sigur í morgun, at onkur hevði varnast, at ein rútur er knústur í Hoydølum. Hetta var í gomlu auluni. Tað er ikki vist, um tað er hent júst í gjár, ella um tað er eldri. Talan er tó um herverk, ið løgreglan kannar.
Ein vaksin persónur varð tikin fyri stuldur í einum handli. Viðkomandi hevði tikið fyri beint undir 1.000 krónur, og løgreglan fann skjótt fram til persónin, ið nú er skuldsettur. Tað vóru ymisk tól, ið vórðu stolin.
Annars var eitt víkiskylduóhapp í Klaksvík fyrrapartin í gjár. Eingin fólkaskaði var.
Í nátt var friðarligt, men tríggjar nummarplátur vórðu tiknar vegna ymisk lógarbrot, upplýsir vaktleiðarin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald