Uttanlands

Stúra fyri at virusið fer at raka OL

Borgarstjórin í Tokyo ætlar at seta tiltøk í verk, sum skulu forða fyri, at coronavirusið rakar býin, sum skal vera vertur fyri OL í summar

Yuriko Koike (Mynd: EPA)

Yuriko Koike (Mynd: EPA)

2020-02-02 12:03 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

500 kilometrar frá kinesiska fastlandinum liggur Japan, sum í summar skal vera vertur fyri OL, og í Japan stúra tey fyri, at coronavirusið fer at fáa avleiðingar fyri leikirnar.

Coronavirusið hevur higartil kravt fleiri enn 300 mannalív í Kina, og er virusið eisini staðfest í gott 20 øðrum londum.

Les eisini: Coronavirus: Fyrsta andlátið uttanfyri Kina skrásett

Borgarstjórin í Tokyo, Yuriko Koike ætlar at seta tiltøk í verk, sum skulu forða fyri, at virusið rakar býin áðrenn OL.

– Eg fari at seta enn harðari tiltøk í verk fyri at handfara smittusjúkuna, sigur hon í dag, sambært Ritzau.

Hon greiðir frá, at hon um vikuskiftið fer at fundast við fleiri leiðarar um, hvussu tey kunnu tryggja íbúgvar í Tokyo.

Eisini heitir Yuriko Koike á borgarar um at vaska hendur væl og virðiliga og at brúka maskur at verja seg móti smittu.

Í Japan hava myndugleikarnir longu ávarað fólk móti at ferðast til Kina, har virusið hevur sín uppruna, og hevur Japan eisini ásett innferðaravmarkingar.

Fleiri OL-undankappingar í Kina eru eisini avlýstar ella útsettar orsaka av coronavirusinum.

Olympisku Leikirnir skulu eftir ætlan byrja í Tokyo 24. juli.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder