Við 30.000 krónum í vinningi skipar Nám aftur í heyst fyri stuttfilmskapping fyri flokkar og bólkar í hádeild og á miðnámi. Kappingarevnið í ár er heimsmál 6, sum snýr seg um reint vatn og reinføri.
Longdin á lidna filminum skal í mesta lagi vera 7 minuttir, og frásøgumátin er upp til næmingarnar í samráð við læraran.
Skriv er sent til lærarar, har upplýst verður um smálutir í kappingini. Nevnt verður, at íblástur er at finna á ráðstevnuni First Island Water Congress, sum Jarðfeingi skipar fyri í Norðurlandahúsinum í septembur.
Stuttfilmurin verður gjørdur sum partur av undirvísingini, og lidni filmurin skal eisini kunna brúkast til undirvísing.
Innkomnu filmarnir verða mettir eftir trimum viðurskiftum:
- Hvussu sannførandi søgan er
- Hvussu tøknin er frágingin
- Hvussu tað hevur hepnast at brúka filmisk frásøgusnildi.
Í dómsnevndini sita Árni Øregaard, Karina Toftegaard, Birgir Kruse og Sólvá Jónsdóttir.
Freistin at lata lidna filmin inn er úti 12. novembur klokkan 23.59. Týskvøldið 3. desembur verður eitt úrval av innkomnu filmunum víst í Havnar Bio. Tá fer útgávuleiðarin í Námi at kunngera vinnaran og handa vinningin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald