Mentan

Stuttligir lundar í Smiðjuni í Lítluvík

Listaframsýning við danska listamálaranum Jan Eriksen letur upp seinnapartin.

2026-08-20 13:18 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Seinnapartin í dag klokkan 17 letur listamaðurin Jan Eriksen úr Odense upp listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík.

Jan Eriksen er útbúgvin á Fyns Kunstskole og hevur haft nógvar ymiskar framsýningar í listafeløgum og á listasøvnum í Danmark, millum annað í ART í Herning.  Hann er kendur víða um, og verður list hansara eisini seld í útlondum. Jan Eriksen hevur fleiri ferðir áður havt framsýning í Føroyum, seinast í 2022.

Jan Eriksen hevur stóran tokka til Føroyar. Hann hevur verið fleiri studietúrar í Føroyum, serliga í Mykinesi, har hann hevur fingið sær inspiratión til málningar sínar. Landsløg, bygdirnar og føroysku lundarnir eru tað, sum hevur givið honum størsta listarliga hugflogið, og tað sæst aftur í nógvum av málningum hansara.

​Málningarnir eru marglittir og litfagrir, við einum broddi av skemti, sum serliga sæst í eyðkendu málningunum av lundum í ymsum meira og minni abstraktum sniðum. Her av kemur eisini listarliga eyknevni hansara “Lunde Jan”, sum hann sjálvur yndir at nevna seg.

Listaframsýningin hjá Jan Eriksen er opin í dag frá klokkan 17 til 20, og er síðani opin hvønn dag klokkan 16 til 18 til og við mánadagin 24. august.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder