Forlagið Brúgvin hevur júst givið út nýtt stuttsøgusavn, sum í stuttum kann lýsast soleiðis: Nútíðarligar stuttsøgur um lív og lagnur í einum býi í Føroyum. Í lítla, fjarskotna oyggjalandinum er trygt og fjálgt. Fólk sæta sær við bjørtum vónum. Men sjálvt í einum friðsælum gerandisdegi, har baktjaldið er fjøll, firðir og summarblómur, kunnu skriðurnar loypa og nærleikin gerast ein ampi. Tað hugaliga, tað stuttliga og tað svára troða dansin saman í hesum søgum, har tað, ið ikki má henda, hendir viðhvørt.
Í fororðinum til bókina skrivar høvundurin, Jón Thorsteinsson, millum annað soleiðis:
“Í hesum savni eru ellivu søgur, og tað kom mær tíðliga í tilgongdini til hugs, at ein háttur at geva søgunum heildardám var at lata tær allar ganga fyri seg á sama staði, meira ella minni. Í sama býi. Sum í hesum føri minnir ikki sørt um ein ávísan bý í Føroyum. Tískil heitið Søgur úr býnum, ið sjálvsagt er heldur enn ikki tvítýtt. Harafturat eru ávís evni, ið ganga aftur í søgunum, og eisini eru nakrir persónar teir somu í ymsum søgum, soleiðis at tað í einstøkum førum er talan um ein høvuðspersón fyri bókina sum heild.”
Víðari sigur høvundurin í fororðinum at: “Søgurnar í hesi bókini eru sprotnar burtur úr eygleiðingum, tonkum, royndum, myndum og hugflogi, og eru í stóran mun slopnar at grógva tann vegin, ið hevur hugtikið høvundan í skriviløtuni. Harumframt hevur dentur yvirhøvur verið lagdur á at skapa ymislig hugløg.”
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald