Innanlands

Stykkja út á Argjahamri

Hátíðarhald var á Argjum í dag. Arbeiðið við útstykkingini á Argjahamri er komið væl áleiðis

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

2024-06-21 20:58 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nógv fólk var komið saman til hátíðarhald á Argjum seinnapartin í dag.

Byggiøkini á Argjahamri fara at rúma 147 búðeindum. Ein partur eru raðhús og ein partur eru íbúðir, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu í røðu.

- Vit hava í dag lutahandan av vegi 2 til tær fyrstu bústaðareindirnar. Nøkur byggilendi er longu seld, meðan tey seinastu verða boðin út í næstum. Seinni verður farið undir sethúsapartin sunnanfyri útstykkingina á Hamarinum. Tá fara eini 600 fólk at búgva her, segði Heðin Mortensen.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder