
Á fundi hósdag seinnapart varð nývalda stýrið fyri Roðan skipað.
Roðin er økistænastan við Skálafjørðin, ið hevur ábyrgdina av heimatænastu, eldrarøkt v.m. Eitt samtak millum Sjóvar, Nes- og Runavíkar kommunu.
Umframt annað rekur samtakið virksemi á Vesturskini á Toftum, Sjóvarlon á Strondum, Dagtilhaldinum á Skála og Røktar- og Ellisheiminum í Runavík. Harumframt eigur Roðin bygningin, har sum barnaverndin hjá somu kommunum heldur til, - í húsunum sum fyrr var Vistarheimið á Mýrunum.
Stýrið, ið er valt at sita fyri Roðanum komandi fýra árini er:
- Hans Anders Jacobsen, Sjóvar kommuna.
- Artur Johansen, Sjóvar kommuna.
- Elin á Torkilsheyggi, Nes kommuna.
- Súni í Hjøllum, Nes kommuna.
- Sæunn Ólavsdóttir Hansen, Runavíkar kommuna.
- Elin Klein Joensen, Runavíkar kommuna.
- Kaja Joensen, Runavíkar kommuna.
- Jonnhild Reynholdsdóttir, Runavíkar kommuna.
- Tórbjørn Jacobsen, Runavíkar kommuna.
Stýrið skipaði seg við Tórbirni Jacobsen sum formanni og Arturi Johansen sum næstformanni. Dagligur leiðari er Jóngerð Guttesen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald