Abdalla Hamdok, forsætisráðharri í Sudan, hevur lagt frá sær. Tað gjørdi hann í røðu, sum varð víst beinleiðis í sjónvarpinum sunnudagin.
Tað eru bert seks vikur síðani, at Abdalla Hamdok kom aftur í ráðharrasessin, eftir at hann varð koyrdur frá undir hernaðarkvettinum 25. oktober. 21. november kom hann aftur, eftir avtalu við hernaðarleiðaran, Abdel Fattah al-Burhan general, sum stóð á odda fyri hernaðarkvettinum og nú eisini fyri øllum Sudan.
Tørvur er á einari nýggjari avtalu um skiftistíðina hjá Sudan, segði Abdalla Hamdok. Í 2019 varð fyrrverandi leiðarin, Omar al-Bashir koyrdur frá, og eftir hetta varð landið stýrt av einari skiftisstjórn, og síðani var ætlanin at skipa fyri einum fríum, demokratiskum vali.
Abdalla Hamdok segði í røðu sínari, at hann ynskti at geva einum øðrum manni ella kvinnu ábyrgdina av at stjórna Sudan restina av skiftistíðini.
Síðan hernaðarkvettið í Sudan, hava stór mótmæli verið í landinum, og nógv vóru atfinningarsom, tá Abdalla Hamdok í november boðaði frá avtaluni, hann hevði gjørt við hernaðarleiðaran.
Í minsta lagi 56 sivilfólk hava latið lív í sambandi við mótmælunum. Seinast var sunnudagin, har tvey mótmælisfólk lótu lív – ein persónur í høvuðsstaðnum Khartoum, og ein persónur í býnum Omdurman, skrivar Ritzau.
Hernaðarleiðarin í Sudan hevur lovað at útskriva val í juli 2023. Í desember segði hann eisini, at hann ikki ætlaði sær at stilla upp, tá val var. Hansara arbeiði er liðugt, tá skiftistíðin er av, segði hann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald