2019-04-11 16:55
Forsetin í Sudan seinastu 30 árini, Omar al-Bashir, er í húsavarðhaldi. Tað er leiðarin av størsta andstøðuflokkinum, sum váttar hesum.
Forsetin legði frá sær tíðliga í morgun, og nú verður arbeitt við at gera eitt hernaðarráð, sum skal stýra landinum.
Ógvuslig mótmæli hava verið seinastu mánaðirnar í Khartoum og í øðrum partum av landinum, millum annað orsaka av ógvusligum vøkstri í prísinum av breyði. Í minsta lagi 32 fólk eru dripin í mótmælunum. Summir hjálparfelagsskapir siga at talið er 65.
Reuters skrivar, at allir politiskir fangar í landinum nú eisini eru leyslatnir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald