Ábendingar eru um, at herurin í Sudan er í ferð við at taka valdið í eysturafrikanska landinum.
Í nátt varð m.a. sløkt fyri netinum í landinum, og boðað verður frá, at herurin hevur handtikið í minsta lagi fimm ráðharrar í landsins skiftisstjórn, umframt fleiri embætisfólk. Herurin hevur eisini stongt fleiri brýr í høvuðsstaðnum Khartoum, skrivar DR.
Stjórnarleiðarin, Abdalla Hamdok varð eisini settur í húsavarðhald í heimi sínum.
Sudan hevur roynt at skift yvir til fólkaræði, eftir at stýrið hjá Omar al-Bashir varð koyrt frá í 2019.
Fólkaræðisrørslan í Sudan, Sudanese Professionals' Association, SPA, kallar hetta fyri eitt hernaðarkvetti, og heitti hon á fólk um at fara úr á gøtuna at mótmæla.
Í einum boðum úr heimi sínum, heitti Abdalla Hamdok eisini á fólkið um at mótmæla á friðarligan hátt. Al Jazeera skrivar í morgun, at herurin hevur flutt Abdalla Hamdok til eitt ónevnt stað, eftir at hann noktaði at boða frá, at hann stuðlaði hernaðarkvettinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald