Uttanlands

Sudan: Hamdok kemur aftur sum forsætisráðharri

Abdalla Hamdok er koyrdur úr húsavarðhaldi, og ein avtala er gjørd um m.a. at fáa hann aftur í forsætisráðharrasessin

Abdalla Hamdok varð koyrdur í húsavarðhald 25. oktober, men nú kann hann aftur flyta seg frítt í landinum (Mynd: EPA)

Abdalla Hamdok varð koyrdur í húsavarðhald 25. oktober, men nú kann hann aftur flyta seg frítt í landinum (Mynd: EPA)

2021-11-21 14:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Frákoyrdi forsætisráðharrin í Sudan, Abdalla Hamdok kann aftur ferðast frítt kring landið. Trygdarfólkini, sum vórðu sett uttanfyri heim hansara, eru nú flutt, boðar skrivstovan hjá Hamdok frá í tíðindaskrivi.

Orsøkin er, at herurin ætlar at seta Hamdok aftur sum forsætisráðharra, eftir at hann annars varð koyrdur frá undir hernaðarkvettinum í oktober.

Sambært Ritzau varð ein avtala gjørd leygarkvøldið, sum hevur við sær, at Hamdok skal skipa eina "óhefta stjórn av teknokratum", og at allir politiskir fangar verða leyslatnir.

Avtalan varð gjørd millum al-Burhan general, sum stóð á odda fyri kvettinum, Abdalla Hamdok, politiskar bólkar og sivilar samfelagsfelagsskapir.

Sudan hevur síðan 2019 verið stýrt av einari skiftisstjórn við bæði hernaðarfólki og sivilfólki, sum avtalaðu at deilast um valdið, eftir at fyrrverandi leiðarin, Omar al-Bashir varð koyrdur frá.

Men 25. oktober vórðu sivilfólkini koyrd frá, og forsætisráðharrin koyrdur í húsavarðhald.

Síðani hava stór mótmæli verið í landinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder