Uttanlands

Sudan: Heita á fólk um at mótmæla

Túsundatals fólk hava longu savnað seg í Khartoum fyri at mótmæla hernaðarkvettinum mánadagin

Mótmælisfólk í Khartoum týsdagin (Mynd: EPA)

Mótmælisfólk í Khartoum týsdagin (Mynd: EPA)

2021-10-30 13:46 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mótstøðufólk av hernaðarkvettinum í Sudan heittu á fólk um alt landið um at fara út á gøturnar at vísa sína ónøgd og krevja, at landsins stjórn verður sett aftur.

Tíðindastovan Reuters skrivar, at túsundatals fólk longu hava savnað seg í høvuðsstaðnum Khartoum í hesum sambandi.

Fyrr í vikuni hevur eisini verið skipað fyri mótmælum, og í minsta lagi 11 mótmælisfólk hava latið lív í samanbrestum millum hernaðarfólk og mótmælisfólk.

Tað var mánadagin, at herurin koyrdi forsætisráðharran, Abdalla Hamdok frá, og eftir hetta varð neyðrættarstøða lýst í landinum.

Abdel Fattah al-Burhan generalur, sum stóð á odda fyri kvettinum, og sum í roynd og veru er ovasti leiðari í Sudan í løtuni, segði týsdagin, at tað var fyri at sleppa undan einum borgarakríggi, at fólk hansara valdu at koyra stjórnina frá.

Síðan 2019 hevur Sudan verið stýrt av einari skiftisstjórn við bæði hernaðarfólkum og sivilfólkum, eftir at stýrið hjá Omar al-Bashir varð koyrt frá, og síðani hevur landið roynt at skift yvir til fólkaræði.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder