Uttanlands

Sudan: Í minsta lagi fimm mótmælisfólk latið lív

Leygardagin mótmæltu fólk aftur á gøtunum í Sudan, har herurin seinastu tríggjar vikurnar hevur havt valdið, og í minsta lagi fýra fólk vórðu skotin av hernaðarfólkum, meðan ein persónur doyði av at anda táragass inn í seg

Mótmælisfólk í Khartoum (Mynd: EPA)

Mótmælisfólk í Khartoum (Mynd: EPA)

2021-11-14 10:05 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leygardagin lótu í minsta lagi fimm mótmælisfólk lív í Sudan, har fólkini mótmæla hernaðarkvettið, sum varð framt fyri nærum trimum vikum síðani.

Í gjár gingu túsundatals fólk út á gøtuna at mótmæla í ymiskum býum í Sudan, og herurin brúkti táragass og summa staðni varð eisini skotið eftir mótmælisfólkunum.

Fýra fólk vórðu í gjár dripin av skotum frá herinum, meðan fimti persónurin doyði eftir at hava andað táragass inn í seg, skrivar Ritzau.

Altjóða samfelagið hevur kolldømt hernaðarkvettið 25. oktober og framferðina móti mótmælisfólkunum.

Fyri trimum vikum síðani var tað ein skiftisstjórn við bæði hernaðarfólkum og sivilfólkum, sum stýrdi Sudan. Hendan skiftisstjórnin hevði stýrt landið síðan 2019, tá stýrið hjá Omar al-Bashir varð koyrt frá. Men 25. oktober koyrdi herurin forsætisráðharran, Abdalla Hamdok frá og lýsti neyðrættarstøðu í landinum.

Abdel Fattah al-Burhan generalur, sum stóð á odda fyri kvettinum, útnevndi hósdagin seg sjálvan til leiðara av einari nýggjari stjórn.

Síðan hernaðarkvettið hava stór mótmæli verið í Sudan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder