Í annaðkvøld, leygarkvøldið 28. september, verður “Oktoberfest” í Salt á Drelnesi.
Oktoberfest varð fyrstu ferð hildin í München 12. oktober 1810, tá krúnprinsurin Ludvig og prinsessan Theresa skuldu giftast. Hetta gjørdist ein risa veitsla við balli, tónleiki og millum annað kappríðing. Veitstlan gjørdist eitt afturvendandi tiltak, og hevur síðan ment seg til eina risastóra ølveistlu, sum varðar frá mitt í september til mitt í oktober, og er í dag at finna í nógvum londum kring heimin, líka frá Kanada til Brasil.
Og nú verđur Oktoberfest eisini í Suðuroy, tann 28. september í Salt! Gundur Johansen verður “toastmaster”.
Undirhald og tónleikur verður framført av Tvøroyrar Hornorkestri, Sharon’s Men, Pól Arna Holm & John Áka Egholm og fleiri.
”Sjónvarpskokkurin” Gutti Winther borðreiðir eina buffét við bayerskum dámi, og føroysku bryggjaríini hava skeinkistøð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald