Uttanlands

Suðurafrika gevst fyribils við at brúka koppingarevni hjá AstraZeneca

Koppingarevnið riggar ikki nóg væl móti suðurafrikanska frábrigdinum

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-02-08 09:57 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Suðurafrika steðgar fyribils við at koppseta við koppingarevninum hjá AstraZeneca.

Orsøkin er, at kanningar hava víst, at hetta koppingarevnið ikki riggar nóg væl móti suðurafrikanska frábrigdinum, upplýsir landsins heilsumálaráðharri, Zweil Mkhize.

Stjórnin bíðar nú eftir ráðum frá fakbólkum um, hvussu tey skulu koppseta framyvir.

Í dag hevur Suðurafrika annars fingið eina mió. skamtar frá bretsk-svensku heilivágsfyritøkuni. Hesir eru allir ætlaðir heilsustarvsfólkum, skrivar Ritzau.

Sambært AstraZeneca er líkt til, at koppingarevni teirra gevur eina avmarkaða verju móti mildari sjúkugongdum. Tað er ógreitt, hvussu væl hon verjir móti álvarsligari sjúku. Orsøkin er, at flestu royndarpersónarnar, sum luttóku í kanning teirra, vóru yngri fólk, sum vanliga ikki gerast álvarsliga sjúk av covid-19.

Tað er eisini ógreitt, hvussu væl koppingarevnið hjá AstraZeneca verjir tey eldru, og tí hevur m.a. Danmark valt ikki at koppseta borgarar eldri enn 65 ár við nýggja koppingarevninum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder