Síðan Omikron-frábrigdið varð staðfest í Suðurafrika 14. november, hevur landið sæð eina stóra øking í talinum á nýggjum smittutilburðum, og myndugleikarnir í Suðurafrika eru nú í ferð við at fyrireika sjúkrahúsini í landinum til fleiri innleggingar.
Tað sigur suðurafrikanski forsetin, Cyril Ramaphosa.
Fríggjadagin vórðu 16.000 nýggir tilburðir staðfestir í Suðurafrika, og tað er ein stór øking í mun til síðsta mánadag, tá talið var 2.300. Sambært Ramaphosa er líkt til, at meginparturin av nýggju tilburðunum eru Omikron-frábrigdið.
Koronunevndin hjá suðurafrikansku stjórnini fer skjótt at umrøða støðuna, og um nýggj tiltøk skulu setast í verk, sigur forsetin.
Í løtuni vita vit enn ikki nógv um Omikron-frábrigdið, m.a. um tað smittar meira enn onnur, um fólk gerast álvarsliga sjúk, og um frábrigdið er mótstøðuført yvirfyri koronukoppingarevninum. Fyribils eru granskarar í Suðurafrika tó bjartskygdir. Teir boða frá, at tey flestu smittaðu hava mild sjúkueyðkenni.
Suðurafrikanski forsetin undirstrikar, at myndugleikarnir halda eitt vakið eyga við smittutalinum og talinum á innleggingum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald