Fríggjadagin varð Cyril Ramaphosa afturvaldur til forseta í Suðurafrika, eftir at flokkarnir ANC, DA og fleiri smærri flokkar gjørdu avtalu um at skipa stjórn.
Í Suðurafrika er tað tjóðartingið, ið velur forsetan. Ramaphosa fekk stuðul frá 283 tinglimum, meðan 44 stuðlaðu mótstøðumanni hansara, Julius Malema.
ANC og DA eru vanliga langt frá hvørjumøðrum, og er tí talan um eitt óvanligt samstarv. Semja er gjørd, eftir at ANC á valinum í mai fyri fyrstu ferð nakrantíð misti meirilutan í suðurafrikanska tinginum.
ANC stóð á odda fyri stríðnum móti apartheid og hevur sitið við valdið síðan 1994. DA liggur til høgru fyri ANC og verður í Suðurafrika sæddur sum ein flokkur, ið umboðar hvíta minnilutan í landinum, skrivar Ritzau.
Cyril Ramaphosa hevur verið forseti, síðan hann avloysti Jacob Zuma í 2018. Forsetin í Suðurafrika verður valdur til eitt fimmára valskeið. Ramaphosa verður tikin í eið 19. juni og kann harvið verða sitandi til í minsta lagi 2029.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald