Í Suðurafrika er talið á skrásettum smittutilburðum nú farið uppum hálva mió.
– Í dag er talið á fólki, sum eru ella hava verið smittað við COVID-19 í Suðurafrika farið uppum hálvu mió. Samlaða talið, sum er staðfest er 503.290, segði Suðurafrikanska heilsumálaráðið leygardagin.
Í gjár vórðu 10.107 tilburðir lagdir afturat.
Tað eru fýra mánaðir síðani, landið staðfesti fyrsta tilburðin.
Í afrikanska landspartinum eru gott ein mió. fólk staðfest smittað, men serfrøðingar meta, at myrkatalið er stórt, eisini um bert verður hugt eftir Suðurafrika. Sambært lokalum granskarum, er talið á andlátum, sum verða skrásett at vera av natúrligum orsøkum, økt við 60 prosentum.
Hetta bendir á, at talið á koronaandlátum í Suðurafrika er hægri enn tey 8.153, sum eru skrásett.
Sambært Ritzau er tað í Suðurafrika bannað at fara út millum klokkan tíggju um kvøldið og fýra um morgunin. Eisini er søla av rúsdrekka bannað.
Síðst í juli varð avgerð eisini tikin um at steingja skúlarnar í landinum, hóast tað var so stutt síðani, at teir lótu upp aftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald