Víðagitni suðurafrikanski erkibiskupurin og mannarættindastríðsmaðurin, Desmond Tutu, er deyður, upplýsir suðurafrikanski forsetin, Cyril Ramaphosa, í fráboðan.
Hann andaðist sunnudagin í Cape Town, 90 ára gamal, skrivar Ritzau.
Desmond Tutu spældi ein týðandi leiklut í stríðnum móti apartheidstýrinum, og fekk hann m.a. friðarheiðursløn Nobels fyri arbeiði sítt í 1984. Tvey ár seinni gjørdist hann fyrsti litti erkibiskupurin í Suðurafrika.
Cyril Ramaphosa, forseti, sigur, at deyði hansara er enn ein kapittul av sorg í teirra farvæl til eitt ættarlið av framúrskarandi suðurafrikanarum, sum sum hava bjargað Suðurafrika.
Eftir at apartheidstýrið fall í 90unum, spældi Desmond Tutu ein stóra leiklut í suðurafrikonsku royndini at sameina tey hvítu og tey littu. Í 1994 varð hann útnevndur av Nelson Mandela til at standa á odda fyri einari nevnd, sum skuldi kortleggja mannarættindabrot undir apartheid. Seinni hevur Desmond Tutu eisini gjørt vart við seg í kjakinum um veðurlagsstríðið.
Seinastu árini helt hann seg tó meira fyri seg sjálvan, og stríddist hann eisini við prostatakrabba í tvey áratíggju.
Desmond Tutu var giftur Nomalizo Leah Shenxane. Tey høvdu verið gift síðan 1955, og fingu tey fýra børn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald