Suðurafrikanski forsetin, Cyril Ramaphosa hevur fingið staðfest koronu.
Hetta, eftir at forsetin sunnudagin luttók í almennum minningarhaldi fyri ein av undanmonnum hansara, F.W. de Klerk, ið var síðsti suðurafrikanski forsetin undir apartheidsstýrinum. Hann andaðist í november, 85 ára gamal.
Sambært Ritzau byrjaði Ramaphosa at kenna seg illa fyri, tá hann var farin frá minningarhaldinum í Cape Town.
Boðað verður frá, at 69 ára gamli forsetin hevur mild sjúkueyðkenni og er við gott mót.
Ramaphosa er liðugt koppsettur fyri koronu, og er hann fleiri ferðir seinastu tíðina vorðin kannaður í sambandi við vitjanum í fleiri afrikonskum londum. Mikudagin, tá hann kom heim til Suðurafrika, varð hann staðfestur negativur.
Forsetin er nú farin í sóttarhald í Cape Town, og verður tað varaforsetin, David Mabuza, sum fer at taka sær av uppgávum hansara komandi vikuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald