Stjórnin í Bolivia hevur slitið diplomatiska sambandið við Ísrael. Tað boðaði bolivianska uttanríkismálaráðið frá týsdagin.
Grundgevingin hjá Bolivia var, at Ísrael við at leypa á Gazageiran fremur brotsverk móti mannaættini. Landið fordømir álopini hjá Ísrael og kemur samstundis við áheitan á partarnar um at leggja vápnini og syrgja fyri, at matur, vatn og annað lívsneyðugt kann sleppa inn í Gaza.
Bolivia er, sambært tíðindastovuni Reuters, eitt av teimum fyrstu londunum, sum slítur diplomatiska sambandið við Ísrael eftir 7. oktober. Tað var tann dagin, hamas leyp á Ísrael og drap yvir 1.400 fólk, harav 1.100 teirra vóru sivilfólk, sambært Ísrael. Sum aftursvar hevur Ísrael framt túsundatals álop á Gaza, har yvir 8.500 hava latið lív, sambært heilsumyndugleikunum í Gaza.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at Bolivia hevur slitið diplomatiska sambandið við Ísrael fyri at mótmæla ísraelsk álop á Gaza. Tað sama hendi í 2009, og sambandið varð ikki tikið uppaftur millum londini fyrr enn í 2020.
Eisini Kili og Kolumbia hava avgjørt at taka teirra sendifólk heim úr Ísrael. Tað boðaðu tey bæði suðuramerikonsku londini frá í nátt.
Tað er ógreitt, um Kolumbia og Kili ætla at senda sendifólkini aftur til Ísrael, ella um tey, eins og Bolivia, fara at slíta sambandið fullkomiliga.
Uttanríkismálaráðið í Kili boðar frá, at landið fordømir álopini hjá Ísrael á Gaza, og at tey eygleiða støðuna, meðan forsetin í Kolumbia, Gustavo Petro sigur, sambært Ritzau, at ongar ætlanir eru um at senda fólk aftur til Ísrael, um Ísrael ikki steðgar við at drepa palestinar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald