Uttanlands

Suðurevropa rakt av hitabylgju

Í gjár kom hitin í Spania upp á 43 hitastig, og kann væntast, at tað verður uppaftur heitari í vikuni

Valencia, Spania (Mynd: EPA)

Valencia, Spania (Mynd: EPA)

2022-07-11 09:35 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sunnari partur av Evropa er enn einaferð raktur av hitabylgju.

Í Spania kom hitin í gjár upp á 43 hitastig fleiristaðni í landinum – m.a. nærindis Sevilla og Badajoz.

Tað er summarsólin og heit luft úr Norðurafrika, sum er orsøkin, skrivar Ritzau.

Sambært veðurfrøðingi á sponsku veðurstovuni kann tað gerst uppaftur heitari í vikuni, og heitt verður á fólk um ikki at røra seg ov nógv, ansa eftir teimum eldru og drekka nógv vatn. Eisini er vandi fyri skógareldum.

Í grannalandinum Portugal hevur hitin eisini verið yvir 40 stig, og hevur tað elvt til nógvar skógareldar.

Í juni var Spania eisini rakt av hitabylgju. Tað var fyrstu ferð síðan 1981, at ein hitabylgja rakti landið so tíðliga í árinum. Tá kom hitin eisini uppum 40 stig.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder