placeholder
Uttanlands

Suðurkorea: 397 nýggir tilburðir

Talan er um hægstu økingina síðan mars, og er tað ikki óhugsandi, at skúlar og fyritøkur noyðast at lata aftur, siga suðurkoreansku heilsumyndugleikarnir

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-08-23 11:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjárkvøldið boðaðu suðurkoreansku heilsumyndugleikarnir frá, at 397 nýggir smittutilburðir vórðu skrásettir seinasta samdøgrið. Tað er munandi hægri enn dagin fyri, tá 332 tilburðir vórðu skrásettir.

Sambært Reuters er talan eisini um hægsta talið, sum er skrásett síðan mars.

Seinastu vikuna hevur dagliga talið á nýggjum tilburðum verið trísiffrað. 14. august var fyrstu ferð síðan apríl, at talið á nýggjum smittutilburðum var yvir 100.

Samlaða talið á skrásettum smittutilburðum í Suðurkorea er nú 17.399, og 309 andlát eru eisini skrásett í sambandi við koronasmittuni.

Nógvir av nýggju tilburðunum, sum eru staðfestir seinastu dagarnar hava tilknýti til nakrar kirkjur, og í fleiri økjum er tað nú bannað at savnast í kirkjum, og skeinkistøð  eru eisini vorðin stongd.

Heilsumyndugleikarnir siga, at tað ikki er óhugsandi at tey noyðast at heita á skúlar og fyritøkur um at lata aftur eisini, um støðan í landinum ikki batnar. Smittan spjaðir seg um alt landið, og heitt verður nú á fólk um at halda seg heima so nógv sum til ber.

–––

Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.

Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.

Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder