Uttanlands

Suðurkorea: Forsetin sleppur undan ríkisrættarmáli

Tá atkvøðast skuldi um málið leygardagin, fóru nærum allir limir í stjórnarflokkinum PPP úr tingsalinum, og tí bar ikki til at fáa neyðuga meirilutan

Woo Won-shik, formaður í suðurkoreanska tjóðartinginum (Mynd: EPA)

Woo Won-shik, formaður í suðurkoreanska tjóðartinginum (Mynd: EPA)

2024-12-07 13:51 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað er líkt til, at suðurkoreanski forsetin, Yoon Suk-yeol sleppur undan einum ríkisrættarmáli, eftir at hann lýsti undaktaksstøðu í landinum týsdagin.

Leygardagin eydnaðist tað ikki suðurkoreanska tjóðartinginum at savna ein meiriluta fyri at reisa ríkisrættarmál móti forsetanum. Hetta er heldur ikki óvantað, eftir at nærum allir limir í konservativa stjórnarflokkinum PPP fóru úr tingsalinum undan atkvøðugreiðsluni.

Fyri at reisa ríkisrættarmál móti forsetanum krevst undirtøka frá tveimum triðingum av tjóðartinginum - 200 av 300 limum.

Andstøðan hevur 192 umboð í tinginum, og tí varð neyðugt við undirtøku frá átta umboðum úr stjórnarflokkinum fyri at samtykkja uppskotið. Bert 195 luttóku í atkvøðugreiðsluni, og varð hon tí ógildað, skriva fleiri altjóða miðlar í dag.

Umboð fyri demokratiski andstøðuflokkin boða frá, at flokkurin fer at halda á við royndunum um at fáa reist eitt ríksirættarmál móti forsetanum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder