
Fyrrverandi suðurkoreanski verjumálaráðharrin, Kim Yong-hyun varð í dag handtikin orsakað av leikluti hansara í undantaksstøðuni týsdagin.
Tað var Yoon Suk-yeol, sum lýsti hernaðarliga undaktaksstøðu í landinum týsdagin. Undantaksstøðan varð tó sett úr gildi aftur nakrar tímar seinni, eftir at tað eydnaðist 190 tjóðartingslimum við atkvøðugreiðslu at steðga undantaksstøðuni.
Kim Yong-hyun legði frá sær sum verjumálaráðharri hósdagin.
Les eisini: Verjumálaráðharrin í Suðurkorea leggur frá sær
Sambært The Guardian skal hann hava heitt á forsetan um at lýsa undantaksstøðu. Hann er nú skuldsettur fyri svik, og hevur hann fingið forboð ímóti at ferðast úr landinum.
Les eisini: Suðurkorea: Forsetin sleppur undan ríkisrættarmáli
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald