2020-07-23 15:40
Suðurkoreanski búskapurin er í afturgongd fyri fyrstu ferð síðan 2003.
Koronakreppan hevur rakt útflutningin í landinum hart, meðan virkir stríðast við krøvum um avstand millum starvsfólkini, hetta skriva Reuters sambært TV2.
Harvið legst Suðurkorea afturat londum sum Japan, Tailand og Singapore, sum øll eru í búskaparligari afturgongd.
Eitt land verður allýst at vera í búskaparligari afturgongd um bruttotjóðarúrtøkan lækkar tveir ársfjórðingar á rað.
Sambært Bank of Korea lækkaði bruttotjóðarúrtøkan í Suðurkorea við 3,3 prosentum í øðrum ársfjórðingi samanborið við fyrsta.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald