Uttanlands

Suðurkorea: Innlendismálaráðharrin leggur frá sær

Hann sigur, at hann hevur ikki megnað at liva upp til sína ábyrgd, og tí leggur hann frá sær

Lee Sang-min, fyrrvernandi innlendismálaráðharri í Suðurkorea (Mynd: EPA)

Lee Sang-min, fyrrvernandi innlendismálaráðharri í Suðurkorea (Mynd: EPA)

2024-12-09 08:21 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Suðurkoreanski innlendismálaráðharrin, Lee Sang-min, hevur lagt frá sær í kjalarvørrinum á hernaðarligu undantaksstøðuni týsdagin í farnu viku.

Hann ásannar, at hann ikki hevur megnað at liva upp til sína abyrgd yvirfyri fólkinum og forsetanum nóg væl, og sunnudagin boðaði hann forsetanum, Yoon Suk-yeol frá, at hann ynskti at verða loystur úr starvi.

Bæði forsetin og nú fyrrverandi innlendismálaráðharrin verða kannaðir av myndugleikunum í sambandi við undantaksstøðuna, sum forsetin lýsti í sjónvarpsrøðu týsdagin. Tá legði hann eisini andstøðuna undir at hava samhuga við Norðurkorea.

Tað eydnaðist tó einum meiriluta í tjóðartinginum at atkvøða fyri at seta undantaksstøðuna úr gildi aftur, og tí vardi hon bert í nakrar tímar.

Leygardagin royndi andstøðan at reisa eitt ríkisrættarmál móti honum, men meiriluti var ikki fyri hesum.

Hósdagin legði verjumálaráðharrin, Kim Yong-hyun frá sær, og sunnudagin varð hann handtikin. Lee Sang-min hevur lagt fyrrverandi verjumálaráðharran undir at hava heitt á forsetan um at lýsa undantaksstøðuna.

Les eisini: Suðurkorea: Fyrrverandi verjumálaráðharrin handtikin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder