Herheima hava vit í nærum eitt ár vant okkum við ein gerandisdag uttan koronutiltøk, men soleiðis er ikki allastaðni. Í dag sleppa fólk í Suðurkorea loksins á matstovu aftur uttan munnbind.
Frá í dag verður kravið um munnbind linkað, og sostatt er ikki longur neyðugt hjá suðurkoreanarum at vera í munnbindi á eitt nú matstovum ella venjingarmiðstøðum. Framvegis skulu fólk tó hava munnbind í almennu samferðsluni og á sjúkrahúsum.
Sambært DR heita heilsumyndugleikarnir í landinum framvegis á fólk um at vera varin, og ávara teir um eina øking í talinum á smittutilburðum, nú kravið um munnbind er linkað.
Hóast tey flestu smittufyribyrgjandi tiltøkini eru droppað í Suðurkorea, er tað framvegis krav, at fólk, sum verða staðfest positiv við koronu skulu í heimauppihald í sjey dagar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald