Í farnu viku eydnaðist tað ikki, men í dag samtykti ein meiriluti í suðurkoreanska tjóðartinginum at reisa ríkisrættarmál móti forsetanum, Yoon Suk-yeol.
Forsetin er nú sendur til hús, inntil stýrisskipanardómstólurin í landinum hevur tikið avgerð um, hvørt hann skal koyrast frá sum forseti ella ikki. Skal hann koyrast frá, krevst undirtøka frá seks av níggju dómarum. Han Duck-soo, forsætisráðharri, er virkandi forseti, skrivar Reuters.
Leygardagin í farnu viku eydnaðist tað ikki suðurkoreanska tjóðartinginum at savna ein meiriluta fyri at reisa ríkisrættarmál móti forsetanum. Orsøkin var, at nærum allir limir í konservativa stjórnarflokkinum PPP fóru úr tingsalinum undan atkvøðugreiðsluni.
Men í dag eydnaðist tað, tá 204 av 300 tjóðartingslimum atkvøddu fyri. 85 atkvøddu ímóti, trý atkvøddu ikki, og átta atkvøður vórðu ógildaðar. 12 limir í stjórnarflokkinum atkvøddu saman við andstøðuni, sum hevur 192 umboð í tjóðartinginum.
Orsøkin til, at ríkisrættarmál varð reist móti Yoon Suk-yeol er, at hann 3. desember lýsti hernaðarliga undantaksstøðu í landinum. Undantaksstøðan varð tó sett úr gildi aftur nakrar tímar seinni, eftir at tað eydnaðist 190 tjóðartingslimum við atkvøðugreiðslu at steðga undantaksstøðuni.
Verður forsetin koyrdur frá, skal forsetaval verða innan 60 dagar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald