2019-07-23 15:29
Suðurkoreansk hernaðarflogfør skutu í dag ávaringarskot móti einum russiskum bumbuflogfari, sum var komið inn í suðurkoreanskt luftrúm.
Suðurkoreanski verjumálaráðharrin váttar fyri lokala tíðindastovuni Yonhap at ávaringarsskot vóru skotin.
Russiska bumbuflogfarið fleyg tvær ferðir inn í suðurkoreanskt luftrúm yvir japanska havinum við Dokdo oyggjarnar, sum liggja áleið hálva leið millum Suðurkorea og Japan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald